Summartilboð! Dukkuleikin: Offur Týrs

Vit í Viking Events eru fegin um, at kunna um okkara summartilboð

Roykstovusøgur úr Viking Events presentera dukkuleikin "Offur Týrs". Amalie Daval-Markussen og Durita Dahl Djurhuus føra tykkum gjøgnum søguna við hondgjørdum dukkum og fjálgum og prýddum palli. Í søguni møta vit Týr, krígsgudin. Hann fær ta torføru uppgávuna, at binda tann farliga Fenrisúlvin. Um tað fer at eydnast, og um hann fær bjarga verðina frá úlvinum, ja tað fáa vit at síggja!

Vit viðmæla 5 ára aldursmark og í mesta lagi 40 børn í senn. Leikurin varar umleið 40 minuttir. Leikurin verður framførdur hjá tykkum – helst í einum rúmið, sum er eitt sindur myrkt.

Leikurin hevði fult hús til frúmframsýningar á Víkingadøgum í Hovi í ár. Vit fingu góða umrøðu, herundir at vit fingu áskoðarar at liva seg væl inn í ævintýrið og í hugfloðið, umframt hvussu livandi dukkurnar síggja út.

Bóka her

Soleiðis bíleggur tú leikin Offur týrs frá okkum: 

Skriva okkum ein teldupost við tal av børnum, hvønn dag og tíð tit ynskja og kontaktupplýsingar. Til ber eisini at bíleggja saman við øðrum.

Les meira